Frásagnir verða frá landsdystum

Kringvarpið fer at siga frá báðum A-landsdystunum í fótbólti komandi vikuna, meðan Rás2 fer at siga frá U-21 landsdystinum Tey sum fylgja við føroyskum landsliðsfótbólti verða ikki við sviðið soð komandi vikuna.

 

Fríggjadagin og týsdagin í næstu viku fer útvarpið hjá Kringvarp Føroya at siga frá báðum EM-undankappingardystunum hjá A-landsliðnum, sum verða ímóti Slovenia fríggjadagin, og ímóti Estlandi týsdagin 7. juni.

 

Báðir hesir landsdystirnar verða á Svangaskarði á Toftum. Dysturin ímóti Slovenia fríggjadagin 3. juni byrjar klokkan 18.30, meðan dysturin ímóti Estlandi týskvøldið 7. juni byrjar klokkan 19.30.

 

Í annaðkvøld verður U21-EM undankappingardystur millum Føroyar og Norðurírland á ovara vølli í Gundadali. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge fara á Rás2 at siga frá dystinum, sum byrjar klokkan 19 í annaðkvøld.

 

Rás2 byrjar við upptakt longu klokkan 15.15 í morgin.