Frískúlin í Kelduni veksur við risafetum

Áhugin hjá foreldrum at fáa børn í frískúlan í Kelduni, er so mikið stórur, at heldur hendan gongdin fram, verða eini 80-90 børn á skúlanum um fýra ár.

Tað sigur Jastrid Høj, skúlaleiðari í Frískúlanum Kelduni í Skálabotni, við Skúlablaðið.

Frískúlin Kelda hevur tvey ár á baki. Tey byrjaðu í 2010 við einum forskúlaflokki og einum 1. flokki.?

Næstu árini er ætlanin at veksa við einum nýggjum forskúlaflokki hvørt ár, sigur Jastrid Høj.

Skúlin hevur loyvi at hava næmingar upp til sjeynda flokk og í 2016 eru tey komin upp í sjeynda flokk.

Skúlaleiðarin sigur, at fyrstu árini merktu tey eitt ávíst fyrivarni, men sum tíðin gongur, er hetta minni.

- Vit hava fingið 10 tilmeldingar til forskúla skúlaárið næsta skúlaár.

Í løtuni eru 33 børn í skúlanum, 10 børn í forskúla, 13 børn í 1. flokki og 10 børn í 2. flokki.

Børnini, sum ganga í frískúlanum koma ymsastaðni frá: Gøtu, Æðuvík, Runavík, Søldarfirði, Undir Gøtueiði, Kollafirði, Skálafirði, Skála og Strondum.

Endamálið hjá skúlanum er, at í mest møguligan mun skulu næmingar við serligum tørvi integrerast í teir vanligu skúlaflokkarnar og skúlin fylgir lesiætlanini fyri fólkaskúlan, sigur skúlaleiðarin við skúlablaðið.

Myndin av frískúlanum Kelduni er úr savninum