Frá Tróndardøgum til Víkingadagar

Gøturnar báðar hava seinastu vikuna verið karmur sera spennandi, forkunnug og áhugaverd tiltøk – fyrst við Tróndardøgum og síðani við Víkingadøgum og G!Mini.

Alt hetta byrjaði við avdúking av standmynd av Tróndi í Gøtu seinasta leygardag. Sosialurin hevur verið við frá byrjan og verður við til endabrestin nú í vikuskiftinum. Myndirrnar eru frá fyrsta Tróndardegnum, tá børn og vaksin ílatin víkingabúnum gingu skrúðgongu úr Syðrugøtu. Myndirnar hava Ben Rasmussen og Jan Müller tikið