Datt fram á pop.fo tann 14. juli og fekk eitt sjokk tá eg las eitt sindur í einum av kjaktráðunum har. Har var ein persónur í gongd við at spreiða pedofilt eitur! Man spyr seg sjálvan, hvør er tann ritstjórnarliga kósin á hesum tíðindamiðli fyri føroyskan ungdóm?
Ikki fyrr enn ein kendur maður persónliga hevði vent sær til leiðsluna á pop.fo við áheitan um at taka innslagið burtur, var hesin skammiligi tankatoskur tikin av aftur heima-síðuni. Men tá hevði hann eisini staðið alment uppi til øll at lesa í tveir dagar, til skaða fyri ikki bert exponeraðar lesarar men beinleiðis til óbótaliga sorg og tort fyri foreldur og familju annars hjá einari 4 ára gamlari smágentu hvørs einasta mistak var at smíla til fotografin.
Tíbetur varð tilburðurin meldaður til Kriminalpolitiið. Eftir stendur tó framvegis ein ringur deymur av einum sjúkligum mentaliteti sum eftir øllum at døma trívist á hesum oyggjum.
Vónandi verða tey ið høvdu ábyrgdina av innlegginum drigin til svars, um ikki annað so innanhýsis av teimum ið hava evstu ábyrgdina av heimasíðuni. Tað kann á ongan hátt vera nóg mikið við einum "oyss umskylda, eg meinti tað ikki, hatta var bara skemt," sum annars høvundin av tí sjúka innlegginum royndi at koma við tá ið pápin at smágentuni ið hevði verið fyri áganginum talaði at, tá ið skaðin longu var hendur. Tað kundi verið áhugavert at vita hvat Føroya Tele sigur til tílíkt...