FSN
Á aðalfundi í Føroya Skipara-og Navigatørfelag nam formaðurin, Eyðstein Djurhuus, eisini við lógina um vinnuligan fiskiskap og handilin við skipum og fiskiloyvum.
- Nógv teir flestu limirnir hjá okkum eru við fiskiskipum, og tí kunnu broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap ávirka okkara limir nógv.
Hann vísti á, at vit seinastu árini hava sæð ein veksandi handil við skipum og fiskiloyvum.
- Tað tykist sum einki mark er fyri, hvussu kostnaðarmikil loyvini kunnu verða. Felagið ber tí ótta fyri, at rokningin fyrr ella seinni endar hjá skipara og manning.
Tá ið lógin um vinnuligan fiskiskap enn einaferð skuldi dagførast, var FSN boðið til fundar hjá løgtingsins vinnunevnd.
- Vit vístu á, at tað hevur verið vanligt, at skiparar og stýrimenn eina part í skipum, teir sigla við, men við hesi gongd er tað nærum ómøguligt hjá einstakum persónum at gerast munandi partaeigari í fiskiskipi. Fría umsetiligheitin er vorðin avmarkað til ein útvaldan skara av peningasterkum íløgufeløgum, bankum og útlendskum áhugamálum.
Hann segði, at felagið ávarðar staðiliga móti hesi gongd.
- Vit mæltu tí til, at fiskirættindi á ein ella annan hátt eiga at vera tíðaravmarkað. Orsøkin til hesa spekulatión kemur heilt víst av, at fiskirættindi verða uppfatað sum varandi ogn. Sambært nýggju lógini eru tey tíðaravmarkað, men verandi loyvishavarar kunnu fáa loyvini endurnýggjað, um einki talar ímóti, segði Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag.