Frívirðið hjá húseigarum veksur

Øktu sethúsprísirnir hava við sær størri frívirði hjá teimum, sum ikki nýliga hava keypt hús

Vaksandi sethúsaprísirnir seinnu árini eru ikki bert fyrimunur hjá teimum, sum skulu selja. Húsaeigarar, sum ikki nýliga hava keypt hús, hava fingið nógv størri frívirði í sínum bústøðum.

Tað skrivar Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini, sum varð kunngjørd í morgun.

– Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum í mun til avmarkaða útboðið hevur saman við lága rentustøðinum elvt til prísvøkstur á sethúsamarknaðinum seinastu árini. Øktir sethúsaprísir merkja hægri frívirði á bústøðum hjá teimum, ið ikki nýliga hava ognað sær eini hús.

– Tað, at fólk gerast meiri múgvandi, kann økja býlisnýtsluna, eins og vit sóu undan fíggjakreppuni í 2008, men hagtølini benda ikki á, at hetta ger seg galdandi í løtuni. Økt bjartskygni hjá føroysku húsarhaldunum kann tó føra til, at hetta møguliga broytist komandi árini, sigur Búskaparráðið.