Frakland bjóðar Ukraina fregnartænastuhjálp

Tað veit Reuters at siga í morgun

Eftir at USA í gjár segði, at landið ikki vil veita Ukraina fregnartænastuhjálp meira, hevur Frakland bjóðað seg fram.

 

Tað sigur franski verjumálaráðharrin, Sebastien Lecornu, sambært Reuters.

 

Umframt at steðga vápnahjálpina til Ukrana, frættist í gjár, at USA eisini steðgar fregnartænastuhjálpini til landið.

 

Ukraina og USA hava annars samstarvað um fregnartænastuvirksemi. 

 

- Tí kemur tað dátt við hjá ukrainska herinum, at USA nú steðgar fregnartænastuhjálpini til Ukraina, veit Reuters at siga.