Frakland leikti javnt móti Kanada - Italia vann tepran sigur

Her eru úrslitini og málskjúttarnir frá venjingardystunum, ið vóru leiktir kring Evropa sunnukvøldið

Sunnukvøldið vóru fýra venjingardystir leiktir kring Evropa.

 

Frakland megnaði bert javnleik 0-0 móti Kanada í Bordeaux í kvøld. Tó fegnast fraklendingar um, at Kylian Mbappé spældi tað seinasta korterið av dystinum. Hann hevur stríðst við ein ryggskaða seinastu dagarnar, og tí tordi venjaratoymið ikki at brúka stórleikaran meir enn bara tað eina korterið í kvøld.

 

Italia vann tepran sigur á Bosnia-Hersogovina, Georgia vann rimmar sigur á útivølli á Montenegro, og Slovakia vann stórsigur á Wales.

 

HER eru úrslitini og málskjúttarnir:

 

Frakland-Kanada 0-0

 

Italia-Bosnia Hersogovina 1-0 (1-0)

 

1-0 Davide Frattesi ('38 )

 

Slovakia-Wales 4-0 (1-0)

1-0 Juraj Kucka ('45 )

2-0 Robert Bozenik ('56 )

3-0 Ethan Ampadu ('60 , sjálvmál)

4-0 Laszlo Benes ('90 )

 

Montenegro-Georgia 1-3 (1-1)

0-1 Otar Kiteishvili ('10 )

0-2 Georges Mikautadze ('33 )

1-2 Stevan Jovetic ('66 )

 

1-3 Budu Zivzivadze (`83 )