Fram vann slagið um Havnina

Fram vann tepran sigur á Fleyr í meistaradeildini hjá monnum, tá hesi bæði liðini møttust í Hoyvíkshøllini sunnudagin.

FLOGBÓLTUR

Leygardagin stóð slagið um Havnina í meistaradeildini hjá monnum, tá Fleyr vitjaði hjá Fram í Hoyvíkshøllini. Undan dystinum lá Fram heilt frammi í oddinum, meðan fleyr mátti fáa ein sigur, um teir vildu nærkast toppinum.
Fleyr fekk eisini betru byrjanina henda dagin, tá teir vunnu fyrsta sett rættiliga trygt 20-25. Við hesum høvdu teir nú lagt lunnar undir ein óvæntaðan sigur, men soleiðis skuldi tað ikki vera henda dagin.
Í øðrum setti slóg Fram til, og hetta vunnu teir trygt 25-18. Triðja settið bleiv hinvegin sera spennandi, og liðini fylgdust at kalla allan vegin. At enda gjørdist Fram tó drúgvari, og teir vunnu 25-23.
Nú sá ikki ov gott út hjá Fleyr, men fjórða settið gjørdist eisini sera spennandi. Her var at kalla púra javnt í millum liðini, og heili 29 stig máttu til, áðrenn ein vinnari bleiv funnin. En einaferð megnaði Fram at vinna á SÍ, og sostatt eru teir framvegis við heilt frammi í meistaradeildini hjá monnum.