Framburður og menning í Nes kommunu

   

Súni í Hjøllum
?????????????

Skal ein kommuna mennast, so eru nakrar sera umráðandi fyritreytir, sum mugu vera í lagi:
?Arbeiðspláss
?Skúli
?Barnaansing
?Bústaðarmøguleikar
?Frítíðarvirksemi f. ung
sum eldri
?Eldrarøkt

Seinastu fýra árini hava okkara dúgligu og virknu borgarar saman við vinnulívinum - bæði á sjógvi og landi - skapt so stórar inntøkur sum ongantíð áður. Framleiðsla og virksemi á staðnum er fyritreytin fyri menning á bygdunum. Tí er alneyðugt, at bygdaráðið - eisini í framtíðini - er mannað við fólki, sum hevur sum stavnhald at gera íløgur, sum betra um umstøðurnar hjá vinnulívinum. Íløgur, sum geva mong arbeiðspláss, og sum sostatt eru við til at geva fleirfaldaðar inntøkur aftur til kommununa.
Hesar stóru inntøkur hava seinastu árini gjørt tað møguligt at gera umráðandi útbyggingar og íløgur við t. d. ábótum á havnalagið, dýping v. m. av Oyrahavnini, nýggjum eldra-sambýli, fyrireiking av nýggjari býarskipan, út-stykkingarøki Heygarnar-Gadd , vegabreiðking v. m. úti á Nesi, skipaðari endurnýgging av gøtuljósum, nýggjum vatnbrunni, skipaðari ruskmóttøku, avsett neyðugan pening til vetrarfriðing, íløgu í nýggjan graslíkisvøll, íløgum í barnaansingina og fyrireiking av skúlaútbygging, sum byrjar í januar 2005.
Fyri framman liggja stórar avbjóðingar við út-byggingum, sum bæði hava til endamáls at betra um møguleikarnar fyri øktum arbeiðsskapandi virksemi og til at menna trivnaðin fyri allar borgararnar í bygdunum á Nesi, Toftum og í Saltnesi.
Við skilagóðari nýtslu av borgaranna pengum verður eisini møguleiki fyri framburði og menning í okkara kommunu næstu árini!
Góðu borgarar! Valið er tykkara týsdagin tann 9. november!