Framleiddu »chips« úr fiski

Faroe Marine Products royndi fyri umleið einum ári síðani at framleiða »chips« burtur úr fiski, men hetta var gjørt við hond.

Faroe Marine Products royndi fyri umleið einum ári síðani at framleiða »chips« burtur úr fiski, men hetta var gjørt við hond.

 

Chipsið var skorið burtur úr fiski í smalar bitar, sum líktist teimum chipsum, tú kanst keypa tú handlunum sum taffelchips.

 

- Hetta var ógvuliga væl móttikið, men tað loysir seg ikki at skera í hond. Tí leita vit í løtuni eftir einari maskinu, sum kann skera burtur úr fiskinum, sum síðani verður turkaður, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products.

 

Íslendingar framleiða eisini turran fisk í smábitum, men føroyska framleiðslan er so mikið ólík teirri íslendsku, at maskinurnar mugu verða heilt ólíkar.

 

- Vit eru ikki komnir fram á eina maskinu, sum kann brúkast í okkara framleiðslu. Eg veit ikki, um vit finna hana, ella um vit mugu konstruera eina maskinu sjálvir, sigur Eirikur á Húsamørk.

 

Hann sigur, at verður neyðuga maskinan funnin, ella megna teir at konstruera eina maskinu til endamálið, kann hetta gerast ein munagóð útflutningsvøra.

 

- Vit hava í løtuni nógv at gera við at framleiða turran fisk úr upsa, so tað er ilt at siga, nær vit møguliga koma í gongd aftur við fiskachipsinum. Vit vita í hvussu er, at tað er nakað, sum fólki dámar, og sum eisini kundi gjørst ein munagóð útflutningsvøra, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Faroe Marine Products.