Framleiðsla hjá Bakkafrost kann flyta av landinum

Sleppur Bakkafrost ikki í gongd við at framleiða grøna orku er vandi fyri, at mjøl- og lýsiframleiðslan flytur av landinum

Tað segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, við sjónvarpið hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, nú stígur er komin í ætlanina við vindmyllum, nevnd Eysturlund, sum skuldi geva Havsbrún grøna orku at í staðin fyri tungoljunna, sum virkið nýtir.

Tað var í mars 2022, at landstýrið, Kommunufelagið og SEV samdust um, at ein skipan skuldi gerast fyri, hvussu vindmyllulundir til grøna orkunýtslu hjá vinnufyritøkum kunnu verða knýttar í elkervið hjá SEV. 

Ein arbeiðsbólkur við orkumyndugleikanum, Umhvørvismálaráðnum og Kommunufelagnum varð settur at finna leistin. 

– Nú vísir alment innlit, sum Kringvarp Føroya hevur fingið, at arbeiðsbólkurin er farin í tvíningar. Tríggir limir frá kommunufelagnum eru ímóti, at vinnufyritøkur fáa loyvi at seta vindmyllur upp, meðan tríggir limir, umboðandi landsmyndugleikarnar, eru fyri, skrivar Kringvarpið.

– Dampurin at framleiða fiskamjøl og lýsi er ein øgiliga stórur partur av CO2 útlátinum hjá Bakkafrost. Um vit skulu hava nakran møguleika til tað grøna orkuskiftið, so er tað tungoljan hjá Havsbrún, sum skal skiftast um við grøna orku. Tað er einasti møguleiki, segði Regin Jacobsen við Deg og viku í gjárkvøldið.

– Um dampurin sum vit framleiða úr tungolju í dag ikki kann umleggjast ella vit fáa eina loysn á hesum grøna orkuskiftinum, so eru vit jú í størri og størri trupulleikum, tí tað skal umleggjast, og tað er einasti vegur. Tað má vera effektiv og tað má vera bíligt, annars fara skipini av landinum at landa.

– Um vit ikki eru kappingarfør so fáa vit ikki fiskin. So flytur tann framleiðslan sum er av mjøl og lýsi úr Føroyum. Tað er álvarsamt, tí tað er ein ógvuliga stórur partur av okkara virðisskapan. Og hetta er ein øgiliga orkutung framleiðsla. Orkunýtslan at framleiða damp er líka stór sum alt Sundsverkið framleiðir tilsamans, segði Regin Jacobsen við sjónvarpið. 

 

##med2##

– Á henda hátt kundu vit hálvverað okkara vakstrarhúsútlát fram til 2030, og tí er hetta alneyðugt. Kundarnir krevja tað, og fíggjarmarknaðurin krevur tað. Hetta er ásett bæði lóggávu við ES og Føroyar hava tikið undir við hesum. Tað hava Føroyar sagt alment, at hesum taka vit undir við, so vit hava ikki annað val, enn at gera eitt ella annað, og hetta er so ein møguleiki, segði Regin Jacobsen. 

Sirið Stenberg, sum júst hevur yvirtikið málsøki segði við sjónvarpið, at hon tekur hetta í størsta álvara og fer at viðgera tað saman við pørtunum fyrst í nýggja árinum. Hon vísti á, at á aðru síðuni hava vit tað grøna orkuskiftið, og á hini síðuni hava vit eina samhaldsfasta orkuskipan, sum vit øll eiga í, og vit vilja vera varin við at gera nakað, sum skalar tað, segði hon.