Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða sum so oftani áður hildin í Klaksvík hjá verforeldrunum. Tað verða verforeldrini, konan, eg sjálvur og okkara trý børn.
Tað sigur Eyðun Mørkøre.
- Í ár kemur pápi mín, sum eisini býr í Klaksvík, at verða saman við okkum jólaaftan. Tað er altíð sera hugnaligt og ikki minst lætt, tí vermóður syrgir fyri tí mesta.
Eyðun vísir á, at hetta passar sera væl í ár, tí kona hansara arbeiðir til klokkan 15 jólaaftan.
Hvat verður etið um jólini?
- Tað er tann fasta og siðbundna matskráin. Jólaaftan verður etið stokt ræst kjøt úr Uppsalahaga. Hetta hevur broytt seg til, at nú eru eisini rómaeplir afturvið - og so sjálvandi eisini nógv reyðkál.
Hann sigur, at dunnurnar koma á borðið 1. jóladag.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg havi sum so ikki nakað ítøkiligt jólaynski, men sjálvandi er gleðin altíð størst, tá hon verður deild. Tí er tað altíð gott, um vit í størri mun kunna koma hvørjum øðrum meira við á ein góðan hátt.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg og familjuna. Tá eru vit meira saman sum familja og geva okkum betri stundir til hvønn annan enn í gerandisdegnum annars.
Og hann leggur aftrat:
- Vit fara altíð í kirkju jólaaftan at gleðast um, at Jesus varð føddur, og so er líka sum friðurin og hugnin komin til at njóta næstu dagarnar.
Eyðun Mørkøre sigur, at hetta verða fyrstu jólini uttan mammuna.
- Men, tíbetur kann pápi verða saman við okkum, sigur hann.
(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)










