Í sambandi við útbjóðingina at gera listaverk á økinum uttan fyri FIMI verða innkomnu uppskotini sýnd fram í FIMI.
Framsýningin letur upp týsdagin 14. desember 2010 kl. 16.30, og verður tað Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum letur framsýningina upp.
Mentanardeildin hjá Tórshavnar kommunu sigur, at øll eru vælkomin til framsýningina týsdagin 14. desember 2010, har eisini ein drekkamunnur verður at fáa.
Listabólkurin hjá Tórshavnar Kommunu valdi í farna mánaði listarverkið »Himmalspegilin« hjá Guðrið Poulsen at seta framman fyri nýggju fimleikarhøllina Fimi í Gundadali. Nógv kjak hevur ofta verið um val av kommunalum listaverkum, og tí gjørdi Listabólkurin av, at uppskotini skuldu sýnast fram alment.
Tí er nú gjørligt hjá almenninginum at seta seg inn í tað úrval, sum listabólkurin hevur havt at velja av, og tað grundarlag, valt er eftir. Listabólkurin vónar, at hetta kann viðvirka til, at kjakið um listaprýðing í kommununi verður hildið á einum dygdargóðum og fakligum støði.
14 uppskot komu inn. Øll hesi verða nú sýnd fram í Fimi í Gundadali. Listafólkini eru Eyðun Dal-Christiansen, Heðin Ferjá Heldarskarð, Jógvan Horn, Finnleif Mortensen, Gianfranco Nonne, Bjørn Nørgaard, Brandur Patursson, Tróndur Patursson, »Grótvirkið í Skopun Sp/f«. , Guðrið Poulsen, Jóna Rasmussen, Eli Smith og Jákup Eli á Lava og Ole Wich.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, letur upp framsýningina týsdagin 14. desember kl. 16.30. Framsýningin hevur fingið heitið »Aftur um standmyndina ? 14 uppskot til listarverk framman fyri Fimi«. Opið verður til sunnudagin 16. januar dagliga frá kl. 09 til 21. Inngongd er í glasbygninginum eystanfyri.
Í Listabólkinum hjá Tórshavnar Kommunu eru Helgi Fossadal, Føroya Listasavn, Mikael Viderø, býarkitektur og Jákup Simonsen, mentamálaleiðari í Tórshavnar Kommunu. Ole Wich hevur sett framsýningina í Fimi upp.