Móttøka verður leygardagin 8. oktober kl. 10 til 14 í Lambagerði 1 í Havn.
Aftaná, kl. 16 til 18, er fernisering í Galerie Focus, Gríms Kambansgøta 20.
At heimurin er samangrógvin er ein kjarni í málningunum hjá Amariel Norðoy frá ungum árum.
Amariel Norðoy er blivin meira og meira sín egin, og hansara tamarhald á palettini er nú so kompetent, at man saktans kan staðfesta, at hann er á veg. Sum hann hevur verið tað í meira enn 30 ár. Í dag verður hann mettur millum tað ítasta í føroyskari nútíðarlist, og hann er seg sjálvur, hann líkist ongum øðrum.