Við á framsýningini eru málningar og vatnlitsmyndir. Øll verk eru nýggj og eru myndevnini eisini nýggj, tó eru einstøk kend ímillum. 18 málningar og 6 vatnlitsmyndir myndað eina framsýning í hongur væl saman og er gjørv í litavali.
Olivur sigur: “ Eg havi lagt meg eftir skrappun litum uttan tó at tað er eitt serstakt evni í verkunum. Eg máli tað sum fellur mær í huga, tó eru flestu myndirnar av náttúru ella fólkum í ymiskun høpi, t.d. í kava, í hoyna ella fólk í fiskivinnu.”
Í bókini Livandi List, eftir Inger S. Sørensen stendur m.a.: “ Útjavningin av tí dynamiska og tí harmoniska sæst aftur í litinum. Djúpir bláir, lilla og reyðir litir verða settir upp móti skríggjandi gulum og grønum litum. Myrkir bláir, reyðir og grønir litir verða settir upp ímóti ljósum gulum, grønum og bláum. Heitir reyðgulir, reyðir og brúnir litir verða settir upp ímóti køldum bláum. Spælið við mótsetningunum heldur fram soleiðis sum litirnir eru smurdir á løriftið. Onkrastaðni eru teir smurdir tjúkt og pastost á løriftið og aðrastaðni eru litirnir lagdir í tunnun nærum ósjónligum lagi, so løriftið sæst ígjøgnum málingina, og tað tykist sum eitt ljós kemur innanífrá. “
Framsýningin í Listaglugganum verður at síggja allan mai mánað.
Opið er týsdag – fríggjadag , kl. 15.00 – 17.30 og leygardagar 11.00 – 14.00.
Listagluggin heldur til í Niels Finsengøtu 25.