Framsýning í Ribarhúsi

Í løtuni er ein sjáldsom framsýning í Ribarhúsi við leirlist, fotomyndum og so ein bókstavarøð, sum letur av sær rák úr eini gloymskunnarbók.

Foto, myndlist í bókstavum og leirlist, sum hevur verið í desember i Ribarhúsi, verður sýnd fram allan januar mánaðin.

 

Asmund Born sýnir fram fotomyndir, dóttirin, Sidsel Born,  tekn og tekstir og Leif Dam Rasmussen leirlist. www.finnkeramik.dk

 

Asmund er hálvur føroyingur. Mamman var ættað úr Ansastovi í Oyndarfirði.

 

Í løtuni er ein sjáldsom framsýning í Ribarhúsi við leirlist,  fotomyndum og so ein bókstavarøð, sum letur av sær rák úr eini gloymskunnarbók. Hetta kann vera eitt sindur torskilt, tá ið sagt verður soleiðis, men framsýningin er verd at síggja, so kanska loysnar, og alt fer at liva í hesum inn – og útsúgi, fert tú á gátt í Ribarhúsi í hesum døgum, sigur listamaðurin Frits Johannesen m.a. um framsýningina.