Framtíðarstøða Føroya

Ríkisfelagsskapur ella loysing

Hvat gagnar okkum best?

Tað vísir seg, at tá vit føroyingar skulu viðgera støðuna Føroyar-Danmark, verður viðgerðin ofta sera kensluborin. Tað vil so vera, tá hugsað verður um, at sambandið er fleiri hundrað ára gamalt, og vit hava skyldfólk og annað privat samband landanna millum.

Men spurningurin er, hvat gagnar okkum best sum tjóð á gáttini inn í 21. øld? Hvørji áhugamál hevur føroyska fólkið og kunnu hesi best røkkast innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin við Danmark?

Í VMF definera vit fólksins áhugamál til at vera eitt gott, sosialt trygt samfelag við nógvum áhugaverdum virksemi, og at ráevnini, vit eiga, verða gagnnýtt, sum tað sømir seg einum framkomnum fólki.


Danska uppíleggingin

Síðani landið kom í búskaparliga kreppu, hava donsku stjórnirnar í nógv størri mun enn áður, lagt seg út í viðurskiftini í Føroyum.

Hevði henda uppílegging havt framburð við sær, so høvdu vit møguliga kunna góðtikið hana, men úrslitið vísir okkum, at tað iki er nøkur gongd leið fyri Føroyar, at verða stýrdar úr Danmark.

Viðurskiftini í Føroyum og Danmark eru so ymisk, at danir ikki duga at seta seg inn í, hvat er týdningarmikið fyri okkum.

Vit fáa skriviborðsloysnir kroystar niður yvir okkum. Hesar loysnir hava víst seg at rigga illa, og tær hava skapt stóra ónøgd og vantrivna.


Neyðugt at loysa

Í VMF eru vit á tí áskoðan, at vit ikki fáa eitt nóg gott vinnulív og ein sunnan búskaparpolitikk, fyrr enn vit sjálvi hava fulla ábyrgd av landsbúskapinum.

Vit eiga týdningarmikil ráevni, og um tey verða rætt umsitin og gagnnýtt á rættan hátt, so eru vit væl før fyri at føða okkum sjálvi.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at skulu vit hava framburð í landinum, er neyðugt, at vit loysa frá Danmark.

Ein stórur partur av Føroya fólki tekur undir við hesum sjónarmiði, men tað tykist, sum um summi fólk ikki duga at ímynda sær, hvussu ein skilnaður millum eitt land og eitt hjáland fer fram.

Tey hugsa sær, at um ein meiriluti í Føroyum við eina fólkaatkvøðu velur loysing, so kvettir Danmark á stokkinum dagin eftir og biður okkum sigla okkara egna sjógv.


ST-sáttmálin áleggur Danmark skyldur

Eitt, sum lítið hevur verið tosað um í samband við hetta mál er, at Danmark er limur í ST, og at ST-sáttmálin leggur ávísar skyldur á tey limalond, ið umsita økir, har fólkið ikki hevur finið fult sjálvstýri.

Eftir kapitul XI gr. 73 í ST-samtyktini hevur Danmark skyldu til at tryggja framgongd á tí politiska, tí fíggjarliga, tí sosiala og á frálæruøkinum í Føroyum, og um føroyingar velja at loysa frá Danmark, ehvur danska stjórnin eftir somu gr. skyldu til at hjálpa okkum við at seta fullveldi á stovn og fylgja við í, at alt gongur rætt fyri seg.


Eru danir imperialistar?

Vit kunnu hava ymisk sjónarmið um danir. Vit kunnu kalla teir imperialistar og siga, at vit ikki kunnu rokna við nakrari hjálp frá teimum. Minnist bara til 1946 og hyggi bara eftir, hvussu er gingist seinastu árini. - Færøgruppen planlegði at koyra okkum heilt á botn og framskundaði via fíggjareftirlitið eina kreppu, ið væl kundi verið loyst á ein minni dramatiskan hátt.

Vit hava sæð, hvussu teir manipulera við okkum við fíggingargrunninum, við framtaksgrunninum, í bankamálinum, og hvussu teir hald á okkum í andaleypi við 6 milliardaskuldini, ið teir av røttum sjálvir eiga stóra partin av.

Tann, ið hevur hesa meining, roknar sær ikki við nøkrum stuðli frá Danmark, um hann ætlar sær at loysa.


Danir, eitt mentað fólk

Í staðin fyri áðurnevnda sjónarmið, kunnu vit velja at siga, at danir eru eitt mentað fólk, og at teir við gleði fara at hjálpa okkum við einari væl skipaðari loysing í sátt og semju, um Føroya fólk velur at loysa.

Í Danmark finnast bæði hesi sløgini av fólki. Eisini millum politikkararnar. Tey imperialistisku, ið fyrst og fremst røkja egin áhugamál uttan at virða áhuga og rættindi hjá øðrum og so tey mentaðu, ið duga at síggja, at føroyingar hava rætt til at eiga sítt egna land og rætt til at stýra sjálvi.

Tað eru hesi seinnu, vit eiga at samstarva við, og tey hava sjálvsagt møguleika at ávirka hin partin.


Fólkaræðisliga stýrisskipan

Um vit velja at loysa frá Danmark, er sjálvandi neyðugt at alt, ið hevur við stýringina av landinum at gera, verður væl fyrireikað.

Fyrst av øllum skulu vit hava eina grundlóg, ið tryggjar eina fólkaræðisliga stýrisskipan. Vit skulu seta á stovn okkara egna dómsvald og aðrar stovnar, ið eru neyðugir í einum nýmótans samfelagi.


Alis Jacobsen

landsformaður í VMF