Tað er gott lag í føroysku talvleguni í Tromsø, allur tann føroyski talvheimurin fegnast saman við telvarunum, og tað vekir ans í talvheiminum yvirhøvur, at Føroyar í dag megnaðu 2-2 ímóti Íslandi, sum hevði tríggjar stórmeistarar ella GM á liðnum.
Olaf Berg vann á triðja borði ímóti IM Guðmundi Kjartaonsson, John Rødgaard megnaði remis ímóti GM Hjörvar Steinn Gretarsson, og Høgni Egilstoft Nielsen megnaði remis ímóti GM Halga Olafsson.
Helgi Dam Ziska, sum annars hevur staðið seg so sera væl, tapti í dag fyri fyrstu ferð í hesi kappingini. Mótstøðumaðurin var GM Hannes Stefansson.
Ísland er styrkismett sum nummar 43, og Føroyar eru styrkismettar sum nummar 73. Harvið kann ikki sigast annað, enn at talan er um rimmar avrik og úrsli. Ísland er eftir seks umfør á 50. plássi við sjey dystarstigum og 16 borðstigum, og Føroyar eru nummar 61 við sjey dystarstigum og 13 1/ borðstigum.
Í morgin skulu Føroyar telva ímóti Singapore, sum er styrkismett nummar 68 ella eitt sindur hægri enn Føroyar. Singapore er á 67. plássi.