Framvegis púra opið

ÍF venjarin hevur ikki mist mótið um finalupláss, og Víkinga venjarin undirstrikar staðiliga, at tað framvegis er langur vegur, áðrenn finaluplássið er tryggjað

Fótbóltur

 

Jógvan Martin Olsen var sjálvandi fegin um, at tað hevði eydnast hansara monnum at vinna 1-0 á útivølli í 1. hálvfinaluni. Hann harmaðist um, at Andreas Lava Olsen eftir gult kort verður leikbannaður í seinnu hálvfinaluni, men samstundis fegnaðist hann um avrikið, sum hansara menn høvdu víst:

- ÍF hevði takið fyrstu løtuna, men so fótaðu vit okkum, og tað var ikki fyrrenn síðsta korterið, at tað aftur rættuliga verður trýst á okkum. Tað eri eg sera væl nøgdur við, serliga tá ið havt verður í huga, at vit, eisini eftir at vit høvdu mist Atla, spældu okkum til góðar møguleikar.

Og nú eru tit nærri finaluni?

- Hesin sigurin verður sjálvandi góður at hava í viðførinum til seinnu hálvfinaluna, men tað er avgerandi, at vit eru tilvitaðir um, at tað framvegis er langt á mál. ÍF spældi seg til fleiri góðar møguleikar, og teir kundu gott havt skorað. Enn er alt framvegis púra opið, undirstrikar Víkinga venjarin.

Jón Simonsen, venjari hjá ÍF, helt, at hugburðurin hevði verið góður, men hann harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast hansara monnum at skjóta mál:

- Um vit skulu røkka finaluni, so mugu vit skjóta mál í Gøtu, og tí eru tað møguleikar fyri. Leikliga stóðu vit avgjørt ikki aftanfyri teir, og vit spældu okkum til 3-4 upplagdar møguleikar. Men vit høvdu ikki marginalirnar við okkum. Tað mugu vit vóna verður betri á útivølli. Vit rokna framvegis við, at tað skal bera til.