Framvegis Todi og Brian í álopinum

Fótbóltur: Todi Jónsson spældi 75 minuttir, tá FC Keypmannahavn og Trelleborg spældu javnt 1-1

Alt bendir í løtuni á, at nýggi FCK-venjarin Christian Andersen hevur valt Toda Jónsson sum álopsmakkara hjá stóru stjørnuni Brian Laudrup, sum FC Keypmannahavn keypti frá Chelsea herfyri.

Liðið hevur júst verið sunnanfyri á venjingarlegu, og her vóru Todi og Laudrup í byrjunaruppstillingini so at siga hvørjaferð, og nú liðið er komið heimaftur og hevur spælt sín fyrsta venjingardyst norðanfyri, helt venjarin fast við hetta álopsparið.

FC Keypmannahavn spældi mikudagin javnleik 1-1 móti svenska liðnum Trelleborg (sum GÍ fyrr hevur møtt í Europa Cup fyri meistaralið), og føroyski landsliðsspælarin spældi 75 minuttir í álopinum saman við Brian Laudrup, áðrenn hann varð útskiftur við David Nielsen, sum í løtuni tykist vera størsti kappingarneyti hjá klaksvíkinginum til seinna álopsplássið hjá danska høvuðsstaðarliðnum.

Tað var nógvur vindur í Trelleborg mikudagin, og vøllurin var heldur einki at reypa av. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom Trelleborg á odda, men Peter Nielsen javnaði fyri FCK í seinna hálvleiki eftir eitt innlegg frá Laudrup. Henrik Larsen fekk annars reyða kortið í dystinum, men eftirsum tað var ein venjingardystur, kom Claus Nielsen bara inn í staðin.

Liðið hjá FCK var annars:

Thomas Gill ? Thomas Rytter, Christian Lønstrup, Morten Falch ? Martin Bill Larsen, Carsten Hemmingsen, Peter Nielsen, Henrik Larsen (Claus Nielsen, 50.), Niclas Jensen (Michael Mio Nielsen, 46.) ? Brian Laudrup, Todi Jónsson (David Nielsen, 75.).

Næsti dystur hjá FC Keypmannahavn í fyrireikingunum til donsku superliguna verður mikudagin 3. mars móti Malmö FF, og tann dysturin verður allarhelst spældur á venjingarvøllinum hjá KB við Peter Bangsvej.