Frank Arnesen jublaði tá Føroyar skoraðu

– Tú Frank, tú jublaði nakað so øðiligt, tá Føroyar skoraðu ímóti Grikkalandi, hví gjørdi tú tað?

– Tú Frank, tú jublaði nakað so øðiligt, tá Føroyar skoraðu ímóti Grikkalandi, hví gjørdi tú tað?

 

Soleiðis spurdi Mette Cornelius, ítróttarvertur hjá Kanal 5 í kvøld, tá tey vístu brot úr dystunum, sum spældir hava verið í EM undankappingini í kvøld.

 

– Tað er tí at eg jú eri føroyingur, ella tí at pápi mín og abbi mín eru føroyingar. Vit fingu jú seks stig í familjuna í kvøld, segði Frank Arnesen.

 

Saman við Brian Laudrup var hann viðmerkjari hjá Kanal 5.

 

Frank Arnesen er 58 ára gamal, og hann hevur føroyskar røtur. Hann er abbasonur Stendor Arnason úr Havn. Stendor var bróðir Herluf Arnason, sum búði á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta, har parkeringsplássið hjá handlinum Maria Poulsen í Tórsgøtu er í dag. Annar bróðir Stendor var Otto Brimheim, sum í mong ár arbeiddi á Skipasmiðjuni í Havn.

 

Frank Arnesen spældi fótbólt í sjeyti- og áttatiárunum. Fyrst í Fremad Amager, síðani í Ajax, Valencia, RSC Anderlecht og PSV Eindhoven. Hann spældi 52 A landsdystir fyri Danmark frá 1977 - 1987 og skeyt 14 mál.