HM-undankappingin
Týsdagin vóru umboð fyri Fótbóltssambandið á fundi í Dublin, har dystarskráin fyri komandi HM-undankappingina skuldi leggjast.
Føroysku umboðini á ferðini vóru formaðurin í landsliðsnevndini,Jens Erik Magnussen, aðalskrivarin, Ísak Mikladal og landsliðsvenjarin, Henrik Larsen.
Sum skilst, so var talan um ein rættiliga harðan fund, har tað serliga vóru stóru londini í bólkinum, sum royndu at leggja dystirnar soleiðis, sum tey helst vildu hava teir.
Í hesum sambandi mundi orðið hjá føroyska bólkinum ikki viga tað heilt stóra, men tó munnu tey í FSF iðra seg um, at tað ikki í størri mun eydnaðist at samskipa útidystirnar, soleiðis at ferðaútreiðslurnar til hesar kundu haldast so lágt sum gjørligt.
Ikki minst høvdu føroysku umboðini í hyggju at fáa ferðirnar til Cypros og Ísrael avgreiddar í einum, og fram til einaferð langt út á seinnapartin, var hetta eisini tað, sum lá í kortunum, men at enda máttu Føroyar tó boyggja seg fyri øðrum ynskjum.
Tí varð úrslitið at enda, at tað bert verður tað einu ferðina, at Føroyar skulu á dupultferð uttan fyri landoddarnar. Hetta verður í oktober mánaði í ár, tá landsliðið vitjar í bæði París og Dublin, og júst tann ferðin man uttan iva vera ein, har hópur av føroyskum fótbóltsfjepparum hava ætlanir um at fylgja við. Ikki minst, tá talan samstundis er um dystir, sum raka inn í heystfrítíðina hjá skúlunum.
Stórdystur í góðari tíð
Fyri heimligu áskoðararnar er lítið at ivast í, at stóri dysturin hesa undankappingina verður tann á heimavølli móti Fraklandi. Hesin verður leiktur 8. september, og man tað allar helst far at verða Tórsvøllur, sum tá verður nýttur sum undirlag.
Og her má so sigast, at føroyska sendinevndin hevur havt hepnið við sær. Tað ber neyvan til at ímynda sær, at Føroyar sum so fara at skala fronsku heimsstjørnurnar, men tað er ein sannroynd, at heimligu leikararnir eru best fyri um hetta mundi, samstundis sum kappingarnar í eitt nú Fraklandi, Onglandi, Italia og Spania tá júst eru byrjaðar, og at leikararnir tá kanska ikki eru heilt á toppinum.
Komandi ár verða so fýra heimadystir á skránni. Sveis í mai, Írland í juni, Cypros í august og so endiliga Ísrael í september mánaði. Seinasti dysturin verður útidysturin móti Ísrael, sum Føroyar soleiðis koma at hitta tvær ferðir innan ein mánað. Men tað verður so ikki fyrr enn næsta ár. Í ár verður tað fyrst og fremst Frakland, sum fer at seta dagsskránna, og hvør veit, um tað ikki eru verjandi europameistararnir, sum fara at vitja á Tórsvølli í september!
Dystirnir
04.09.04Sveis-Føroyar
08.09.04Føroyar-Frakland
09.10.04Cypros-Føroyar
13.10.04Írland-Føroyar
04.05.05Føroyar-Sveis
08.06.05Føroyar-Írland
17.08.05Føroyar-Cypros
03.09.05Frakland-Føroyar
07.09.05Føroyar-Ísrael
08.10.05Ísrael-Føroyar