Frásøgn um Gerðar

Dávur Winther varð við, tá Kringvarp Føroya í morgun skipaði fyri gongutúri úti í Gerðum í Klaksvík.

Í Góðan morgun Føroyar hjá Kringvarpinum varð í morgun skipað fyri eini sending úr Klaksvík við Andras Joensen, bónda sum frásøgumanni. Byrjað varð Uppi á Grundum, har Andras greiddi frá uppi við minnisvarðan fyri skalvalopini í 1745 og 1765, meðan Andras Sólstein helt mikrofonini.

Heili 90 fólk høvdu leitað sær niðan í Gerðar saman við einum skúlaflokki. so sigast má at áhugin fyri frásøgnini og ferðini annars runt um í Gerðum var stórur í góðveðrinum.

Minnisvarðin er reistur 12. mars 1945, á 200 ára degnum fyri fyrra skalvalopið í Gerðum - til minnis um skalvalopini, sum bæði hendu á grækarismessu í 1745 og 1765 – fyrru ferð fóru bóndahúsini í Niðristovu illa og 5 fólk doyðu. Seinnu ferð doyðu 20 fólk.

Við skalvinum í 1765 reið hópur av gróti, eyri og mold oman á bøin. Ein fimtapartur av Gerðabø varð oyðilagdur. Av teimum 26 fólkunum, sum vórðu á báðum gørðunum, Norðistova og Niðristova doyðu 20 undir tekjum og veggjum, sum vóru kroyst niður av 4 metur tjúkka skalvinum, gróti og eyri.

Báðir bóndagarðarnir, Norðistova og Niðristova, hjallar, gróthús og fjós fóru í sor, og av 23 neytum doyðu 19. Eftir hetta fluttu tey, sum eftir vóru, longur oman í Gerðar.

Húsini uppi á Grundum hava ikki veri serliga stór. Andras hevði lagt tummastokkin á ta einum grundina og mált húsabreiddina til at vera 2,4 m – tvær byggiplátur í breidd, sum í dag verða nýttar. So húsini hava ikki verið serliga rúmlig.

Tann, varð minnisvarði reistur Uppi á Grundum av ættarfólkum úr Gerðum til minnis um báðar vanlukkurnar í 1745 og 1765.

Kanska kann sigast at grækarismessa hevur fylgt Gerðum við óhepni, tí á grækarismessu 1910 fórst Gerðabáturin við 6 monnum.

Andras Joensen, sum er fróðarmaður og dugur væl at siga frá, hevði nógv ymiskt at fortelja, um hvussu tey búleikaðust í Gerðum í hansara uppvøkstri og fyri tað, um jarðarviðurskifti, seyðarakstur, staðarnøvn og annað – Eisini varð gingið longur oman og út eftir gomlu gøtuni út á Norðoyri, við Hellisenda, har teir svumu nógv á sjónum fyrr og har um leiðir.

Ein frálíkur túrur í góðum veðri, sum heili 90 fólk høvdu leitað sær til. Hetta er met á slíkum ferðum, sigur Kringvarpið.

Orð og myndir: Dávur Winther