Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni, har tey vísa á, at landsstýrið hevur sent til hoyringar eitt uppskot um at broyta útbjóðingarlógina, so møguleiki verður at bjóða ávís arbeiði út á øðrum máli enn føroyskum. Hetta merkir, at verkætlanir í summum førum ikki longur skulu hava útbjóðingartilfar á føroyskum.

 

Uppskotið hevur tó fingið kalda móttøku frá bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagnum, sum í sínum hoyringssvarum átala ætlanina og vísa á, at broytingin bæði viknar føroyska málið og gera kappingartreytirnar ójavnar.

 

Feløgini leggja dent á, at føroyskt er arbeiðsmál í byggi- og ráðgevaravinnuni, og at tað er avgerandi bæði fyri gjøgnumskygni, fakligar førleikar og javnbjóðis kapping, at útbjóðingartilfar framvegis er á føroyskum.

 

Hoyringssvarini kunnu lesast í leinkunum niðanfyri: