Mjørkadalur livdi eisini veruliga upp til sítt navn, tá ið kongaliga fylgi kom niðan. Mjørkin lá tjúkkur at kalla allastaðnis við gamla oyggjarvegin, og sýni mundi neyvan verða nógv meiri enn einar 100 metrar.
Fóru niðan á Sornfelli
Tá ið tey bæði, Frederik og Mary, vóru komu niðan í Mjørkadal, heilsaðu tey upp á ovastarnar hjá Færøernes Kommando í Føroyum, og síðani hildu tey leiðina beint í ein jeep, sum skuldi koyra tey niðan til kontrolstøðina uppi á Sornfelli.
Í Mjørkadali vóru umstøðurnar hjá teimum kongaligu eitt sindur øðrvísi enn á hinum støðunum, ið tey vitjaðu, tí her vóru tað bert fólk frá Færøernes Kommando og so fjølmiðlafólk til staðar. Eingi børn ella vaksin við fløggum, sum fegin vildu sleppa at síggja krúnprinsahjúnini.
Tað sást eisini væl á krúnprinsinum, sum jú er hernaðarmaður burturav, at koma millum hermenn, og tað var einki at taka seg aftur í, at her var Fredrik millum sínar egnu.