Frederik Waage blivin adjungeraður professari á Setrinum

Frederik Waage, professari á Syddansk Universiteti, er frá 1. februar 2026 settur sum adjungeraður professari í stjórnarskipanarrætti á Fróðskaparsetri Føroya, skrivar setur.fo.

 

Setanin av Waage er liður í raðfesting hjá Fróðskaparsetri Føroya av rættarligari og parlamentariskari ábyrgd í løgfrøðigranskingini á Søgu- og samfelagsdeildini.

 

Í hesum sambandi fer Frederik Waage saman við m.a. René Offersen, advokati, sum í seinastu donsku ríkisrættarsakini vardi Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra í Danmark, at halda fyrilestur á almennum symposium um ráðharrábyrgd og ríkisrættarskipanina. Tiltakið verður á Fróðskaparsetri Føroya 20. apríl - les meira um tað her.

 

Vit gleða okkum til spennandi samstarvið og ynskja Frederik Waage til lukku við tilnevningini, skrivar setur.fo.