Tá tunnilin lat upp í 2020 var undantaksstøða í landinum, og vegna Korona bar ikki til at bjóða til nakað alment tiltak, har fólk sluppu at vitja hølini í tunlinum.
Hetta verður nú møguligt 24. apríl. Bussar fara at koyra úr Runavík - - niður í tunnilin, har farið verður inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin.
Umframt at sleppa at hyggja at rúminum, verður forkunnug framførsla við Herfinni Árnafjall, operasangara. Hans Petur í Brekkunum spælir saxofon.
Tað er avmarkað atgongd og neyðugt er at keypa atgongumerki til bussin á atgongumerki.fo..
##med2##












