Fredrikstad tryggjaði sær meistaraheitið í 95. minutti

Við javnleiki 2-2 á útivølli móti Moss endar Fredrikstad ovast í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Mynd: Fredrikstad FK

Tað hevur leingi verið víst, at liðið sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand H. Olsen í hópinum, og sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, Fredrikstad fór at enda millum tvey tey ovastu liðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Nú kunnu Mikkjal, Jóannes, Brandur og øll hini í Kongsvinger so fegnast um, at Fredrikstad hevur vunnið meistaraheitið í OBOS-liguni.

 

Tað gjørdi Fredrikstad seinnapartin í dag við javnleiki 2-2 móti í grannauppgerðini móti Moss á útivølli. Tað var tó ikki fyrrenn fimm minuttir inni í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat, at Henrik Johansen javnaði til 2-2.

 

Sami Henrik Johansen legði upp til Brand H. Olsen, ið legði Fredrikstad á odda tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. 10 minuttir seinni hevði Moss bæði javnað til 1-1 og lagt seg á odda 2-1.

 

Sigurin merkir, at Fredrikstad undan seinasta umfarinum er fýra stig frammanfyri KFUM Oslo, ið hevur skapt eina sensasjón í Noregi við at vinna sær uppflyting á øðrum plássinum.

 

Fredrikstad hevur 61 stig og KFUM Oslo hevur 57 stig nú bert ein dystur er eftir at leika.

 

Fredrikstad endar kappingina á heimavølli 12. november tá Jerv kemur á vitjan. 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad FK