Bjargingarlið arbeiða nærindis staðnum, har ferðafólkatyrlan datt niður við Mount Ololokwe í Kenya. Mynd: Kenya Red Cross/Reuters

Fregnartænastustjóri doyði í tyrluvanlukku í Kenya

Fregnartænastustjórin í Ekvador og kona hansara vóru millum tey sjey, sum doyðu, tá ein ferðafólkatyrla datt niður í Kenya mikudagin.

Bjargingarlið arbeiða nærindis staðnum, har ferðafólkatyrlan datt niður við Mount Ololokwe í Kenya. Mynd: Kenya Red Cross/Reuters

Michele Sensi-Contugi, stjóri í fregnartænastuni í Ekvador, og kona hansara, Stephany Hollihan, doyðu í tyrluvanlukkuni í Kenya mikudagin.

 

Tað hevur forsetaembætið í Ekvador váttað. Sensi-Contugi var í Kenya sum ferðafólk saman við konuni.

 

Tyrlan hevði seks ferðafólk og ein flogskipara umborð. Hon datt niður klokkan 9.13 lokala tíð við fótin á Mount Ololokwe í Samburu-økinum norðan fyri høvuðsstaðin Nairobi.

 

Øll sjey umborð doyðu.

 

Lesið eisini: Sjey deyð í tyrluvanlukku í Kenya

 

Amerikanska uttanríkisráðið upplýsir, at fimm av teimum deyðu vóru amerikanskir ríkisborgarar. Stephany Hollihan hevði bæði amerikanskan og ekvadorianskan ríkisborgararætt. AP

 

Mount Ololokwe er umleið 2.000 metrar høgt og væl umtókt millum gongufólk. Fleiri ferðavinnufeløg bjóða eisini tyrlutúrar yvir fjallið.

 

Tyrlan var av slagnum Eurocopter EC130 B4 og var á veg úr Loisaba Conservancy til Ewaso Nyiro-økið, tá hon datt niður. Myndugleikarnir eru farnir undir at kanna vanlukkuna.

 

Sensi-Contugi var ein nær samstarvsfelagi hjá forsetanum í Ekvador, Daniel Noboa. Hann og konan lata tvey børn eftir seg.

 

Bjargingarlið arbeiða nærindis staðnum, har ferðafólkatyrlan datt niður við Mount Ololokwe í Kenya. Mynd: Kenya Red Cross/Reuters