Freistin at lata handrit inn til skaldsøgukappingina er 1. mars

Nú nærkast tíðin, tá ið skaldsøgurnar í kappingini, sum Bókhandlarafelagið saman við Forlag H.N. Jacobsens skipar fyri, skulu latast inn. Seinasta freist er 1. mars

 

Høvundurin, ið væntandi verður kosin vinnari á Bókadegnum í Norðurlandahúsinum í novembur, fær 75.000 krónur umframt útgávusáttmála við forlagið.

 

Treytirnar eru, at handritið skal vera á føroyskum, og søgan skal vera í minsta lagi 150 síður à 2.000 eindir við millumrúmi.

 

Hetta er triðja kappingin, sum bókahandlarnir skipa fyri. Undanfarnu kappingar hava eydnast væl, men bókahandlarnir og forlagið eru samd um, at gott pláss er fyri fleiri føroyskum skaldsøgum.

 

Teir føroysku bókahandlarnir eru H.N. Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.

 

Skaldsøgan skal sendast sum teldubræv til skaldsogukapping(at)mail.fo og vera merkt  “skaldsøgukapping”. Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør ið hevur skrivað skaldsøgurnar

 

Í dómsnevndini eru trý fólk: Marianna Hoydal, Kári Árting og Bergur Rasmussen.

 

Einki handrit eru komin inn enn, og hóast væl er útliðið, minnir bókhandlarafelagið á, at enn ber til at vera við í kappingini um skaldsøguna.  Freistin er sum nevnt tann 1. mars 2022.