Frem góðar vónir

Tað hevur verið stór útskifting í spælarahópinum hjá danska 1. deildarliðnum Frem í vetur. Ein av spælarunum, sum er farin úr felagnum, er føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen. Hinvegin eru tríggir aðrir føroyskir spælarar í felagnum  Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næss og Atli Gregersen.
Andreas Broch, sum er nevndarlimur í Frem, hevur góðar vónar til seinnu hálvu av kappingini, sum byrjar í næstum.
 Vit hava ein góðan hóp, sum eg vænti mær nógv av. Tað er spennandi við so nógvum ungum spælarum, men vit hava tó eisini rutineraðar spælarar, sum kunnu hjalpa teimum ungu, sigur hann við heimasíðuna hjá Frem.