Fremad Amager lænir SAS-ligu spælara

20 ára gamli Anders Bjerring Qvist, sum annars er partur av SAS-ligu hópinum hjá FC Nordsjælland, skal restina av hesum árinum spæla fyri Fremad Amager. Quist hevur fingið sína fótbóltsuppaling á Frederiksberg, men størsta partin av ungdómsárunum spældi hann tó við B93. Í fjør summar gjørdi hann sáttmála við FC Nordsjælland, har hann tó hevur havt ilt við at fáa spælitíð á besta liðnum. – Fremad Amager tykist mær sum eitt seriøst felag, og mær tørvar spælitíð, sigur spælarin sjálvur um skiftið.