Í dag var dúkað til eina føroyingauppgerð millum liðið hjá Heina Vatnsdal, Fremad Amager og liðið hjá Finni Justinussen, Næstved í næstbestu deildini. Men Finnur Justinussen bleiv skaddur í minniliga steypakappingar-sigrinum á AGF farna mikukvøld, og sat uttanfyri í dag.
Heini Vatnsdal var við allan dystin, og tað eydnaðist Heina og liðfeløgunum at vinna 1-0 á Næstved á Sundby leikvøllinum á Amager. Ivan Stanic skoraði sigursmálið tá 17 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Talan er um fyrsta málið Ivan Stanic skorar fyri Fremad Amager í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
- fór út við skaða ímóti AGF mikudagin, og var ikki klárur til dystin í dag, hóast eg sat á beinkinum. Vónandi batnar skaðin so man er klárur til næsta dyst, sigur Finnur Justinussen í stuttari viðmerking.
Komandi sunnudag spælir Fremad Amager á útivølli ímóti Thisted. Næstved tekur ímóti Hvidovre.
Støðan:
1
16
11
29
2
16
5
27
3
16
2
25
4
16
6
24
5
16
4
23
6
16
0
23
7
16
-3
22
8
16
-4
21
9
16
-6
20
10
16
-3
16
11
16
-6
16