Fremad er á odda

Enn eina ferð taldist Andrew av Fløtum millum málskjúttarnar og staðfesti harvið, at hann er sera væl fyri

DANMARK 1. DEILD

Tað gongur sum eftir ánni hjá Andrew av Fløtum og eisini hjá Fremad Amager. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Gladsaxe, har heiðurskrýnda AB legði rygg til 5-3 tap. Talan var um sera málríka og harvið undirhaldandi uppgerð. Eftir sigurin er Fremad Amager oddalið í næstbestu deildini, og fótbóltslagið á Amager er í toppi.
Fremad Amager var á odda 4-1 eina løtu, men tað gjørdist heilt spennandi aftur, tá ið heimaliðið minkaði um munin til 4-3, áðrenn Fremad Amager skoraði eina ferð afturat og harvið tryggjaði sær øll stigini og odddasessin í deildini.
Andrew av Fløtum javnaði til 1-1 í 6. minutti. AB setti hol á í 4. minutti, men so smeyg Andrew sær millum tveir mótstøðumenn við bóltinum, og so setti hann framvið málverjanum. Tá ið Fremad Amager legði seg framum 2-1, átti Andrew av Fløtum næstsíðsta fótin, og um hann hevði havt verið heppin, so hevði hann skorað í hvussu so er eitt mál afturat, tí hann hevði góðan møguleika, tá ið støðan var 4-2.
Andrew var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og tað sæst á øllum brøgdum, at hann er vorðin lyklaspælari.
Í Lyngby var føroysk uppgerð, sum endaði 1-1. Lyngby legði seg á odda beinanvegin móti Frem. Málskjútti var Christian Lamhauge Holst, og hann hevði eina løtu seinni góðan møguleika at økja um leiðsluna.
Tað eydnaðist ikki, og tá ið tað restaðu níggju minuttir javnaði Frem til 1-1. Jón Rói Jacosben var alla tíðina í miðverjuni. Hann hevði onkra roynd móti mótstøðumálinum, eina ferð blokeraði hann góða roynd hjá mótstøðumonnunum, eina ferð var um reppið, at hann kostaði eitt mál, og hann legði eisini upp til góða Frem roynd. Jón Rói fekk gult kort.

Myndatxt