Fremad Amager spældi týskvøldið venjingardyst ímóti HIK, og hesin dysturin endaði við javnleiki 1-1. Eftir stórsigurin á Stenløse í farnu viku, har Andrew av Fløtum skoraði hattrick, var saknur í føroyska landsliðsspælaranum í dystinum ímóti HIK. Fremad Amager kom aftur um longu í sjeynda minutti, men tað eydnaðist Mikkel Blavnsfeldt at javna, tá ið 22 minuttir vóru spældir. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum hevði 38 áskoðarar.