Sunnudagin kunngjørdi amerikanska herleiðslan í Irak, at tveir hermenn afturat høvdu latið lív í irakskum álopum.
Harvið hevur USA mist 137 hermenn í Irak síðani tann 1. mai. Tann dagin kunngjørdi George W. Bush, at sjálvt kríggið var liðugt og vunnið. Tann dagin hevði kríggið kostað 138 amerikonskum hermonnum lívið. Við teimum báðum, sum doyðu sunnudagin, hava amerikanararnir mist 275 hermenn, síðani Bush gav boð um at leypa á.
-Vit vistu alla tíðina, at tíðin aftan á kríggið fór at verða minst líka vandamikil sum sjálvt kríggið, men á ein annan hátt, sigur majorurin William Thurmond við tíðindastovuna AP. Hann er talsmaður hjá herleiðsluni og hevur støð í Bagdad.
-Undir krígnum bardust vit ímóti vanligum hermonnum, sum vóru skipaðir, og sum gingu í búna. Nú verða vit álopnir av øðrum stríðsmonnum, sum koma út út myrkrinum og leypa á menn okkara við vegjaðaran við rakettdrivnum granatum, bumbum og riflu, sigur Thurmond.
Samstundis siga amerikanskir hernaðarfrøðingar, at tað fer at kosta USA nógv mannalív afturat at vinna friðin í Irak.