Friðargonga verður í Havn hósdagin

Friðarrørslan bjóðar til árliga afturvendandi friðargongu hósdagin 23. juli 2026 kl. 19:00. Vit hittast á Vaglinum, uttanfyri Løgtingshúsið, haðani gingið verður út í Tinganes, og umvegis Amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið.

Tíðindaskriv:

 

Johan Dahl, løgtingsformaður og Rói Reynagarð Patursson, yrkjari, siga nøkur orð. Rani Nolsøe framførir nakrar sangir.

 

Friðargongan í ár er tann triðja í røðini síðani friðartiltøkini byrjaðu í 2024. Tað er framvegis kríggj í Evropa og aðrastaðni í heiminum, har ósek menniskju – børn, kvinnur og menn, sivil og herfólk – lata lív. Tað tykist tíverri sum um, at kríggini ongan enda taka.

 

Friðargongan hevur enn sum áður til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing. Samtíðis er endamálið, at varpa ljós á polariseringina millum fólkasløg og samfelagsbólkar, ið tíverri sær út til at økjast við fígginda- heldur enn vinamyndum.

 

Útreiðslur hjá flestu londum til hernaðarútgerð, ið eisini fevnir um kjarnorkuvápn, bara økist. Samtíðis taka stórveldini alt meira vald á sjálvstøðugum londum uttan um ST. Heimspolitikkurin er í broyting. Stórveldini seta lond upp ímóti hvørjum øðrum heldur enn at sameina tey

 

Kríggj kunnu elva til Fólkamorð, sum Holocaust dagurin á hvørjum ári minnir okkum á ikki má henda aftur.

 

Føroyar eru partur av heimssamfelagnum og kann sum land við tí fólki, her býr, hava  positiva ávirkan á, at okkara næsti – samborgari í øðrum landi – ikki doyr av krígsávum. Tí er neyðugt við afturvendandi friðargongum eisini her hjá okkum, har vit í felag og í friði, vilja vísa samkenslu við teimum líðandi í londum, har yvirgangur og kríggj herja.

 

Samtíðis vilja vit við Friðargonguni vísa politisku stjórnunum í Føroyum og Danmark á, at tær mótvegis heimsins leiðarum vísa á týdningin við diplomatiskum loysnum heldur enn við áhaldandi vápnadubbing, tí hon stuðlar bara undir einari øktari polarisering og spjaðing millum heimsins fólkasløg.

 

Við vón um góða undirtøku í sambandi við Friðargonguna 23. juli, har tað ikki er avgerandi, hvørja átrúnaðarliga og/ella politiska støðu hvør einstakur hevur; men at vit við Friðargonguni, í felag – og hóast ymisk sjónarmið - vísa á týdningin, at heimsins fólkasløg fáa loyvi til at liva í friði uttan kríggj.

 

Fólk eru vælkomin, at hava ljós og fløgg ella onnur frámerki við sær í sambandi við Friðargonguna, sum ímynd av eini vón um frið í teimum londum, har kríggj, yvirgangur og ófriður valdar:

 

 

 

Á bonaðum gólvum ílatin vápnaklædning

 

á stirvnum krígsfløtum líkverju.

 

Gævi mótsetningar kunnu hittast í øðrum búna!

 

 

 

Tórshavn, 20. juli 2026

 

 

 

Nevndin í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

 

 

 

Henrik Weihe Joensen, forfólk

 

Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk

 

Ólavur Weihe Joensen, skrivari

 

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur

 

Petur Asano, nevndarlimur