Tá vaktleiðarin á politistøðini í morgun læs úr døgnrapportini vóru ikki so nógvar søgur. Eitt mál um ákoyrdan seyð, eitt um húsaófrið og so bara onnur smáting.
Í morgun var so fráboðanin um grind í Árnafirði, sum tó vísti seg at vera sonevndir rissospringarar, og sum tí ikki vórðu hilnir til.
Í kvøld verður Norðfestivalurin á Viðareiði. Har eru øll 1.600 atgongumerkini seld. Talan er ikki um so nógv fólk, sum á teimum stóru festivalunum, so løgreglan væntar sær ikki tað stóra arbeiði av tí.
Í dag er eisini stóra Faroe Express Stafettin, sum er ein kapping millum arbeiðspláss, sum verður á havnarlagnum í Havn í dag.