Tónleikur úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark verður í fokus í Kongens Have í Keypmannahavn um vikuskiftið. Frigg festivalurin verður hildin fyri fyrstu ferð, og tað verður ein fjølbroytt og spennandi skrá, sum festivalgestirnir koma at uppliva.
Tey kendastu nøvnini eru Medina, Týr, Eivør, Hanus G. Johansen, Bubbi Morthens og Páll Finnur Páll.
Her er nakað av tí, sum kann upplivast í Kongens Have fríggjakvøldið og leygardagin.
Kaleo
Kaleo er nýggjari íslendskur bólkur, sum hevur vakt ans seinastu tíðina. Teirra heimabryggj av frígjørdum poppi og ósmædnum rock n' roll er rættiliga øðrvísi enn alt annað, sum goysir upp úr íslendskum jørðildi. Fleiri halda, at Kaleo verður næsti íslendski bólkurin, sum fer at gera vart við seg uttan fyri Ísland.
Nanook
Ein tann best umtókti bólkurin í Grønlandi, sum spælir melodiøsan rocktónleik. Brøðurnir Christian og Fredrik K. Elsnr eru høvuðsmenn í bólkinum, sum gav sína fyrstu fløgu út í 2009. Teir hittaðu beinanvegin og hava síðani verið eitt stórt navn í grønlendskum tónleiki.
Nine Miles South
Dansk-føroyski oddamaðurin Sebastian Mikkelsen er oddamaður í bólkinum, sum heldur til í London. Bólkurin hevur spælt kring um í Onglandi og er í løtuni í studio fyri at taka upp tónleik til nýggja fløgu upp. Nine Miles South spælir melodiøsan rocktónleik.
Rasmus Lyberth
Rasmus Lyberth er grønlendskur sangari, sangskrivari og sjónleikari. Hann hevur síðani sjeytiárunum verið ein tann mest vælumtókti sangarin á grønlendska tónleikapallinum. Hann hevur við rødd síni latið upp fyri grønlendskum tónleiki langt út um grønlendsku landamørkini, hóast hann í stóran mun syngur á sínum móðurmáli.
Bubbi Morthens
Bubbi Morthens er ein legenda í íslendskum tónleiki, og Bubbi hevur eisini havt tætt tilknýti til Føroyar og føroyingar gjøgnum árini. Hann hevur verið eitt tónlistarligt miðpunkt í Íslandi í fleiri áratíggju við vælskrivaðum protestsangum um tann kalda og kyniska heim, sum hóast alt hevur nógv góð menniskju í sær.
Dangers of the Sea
Tónleikarar úr bólkunum Saybia, Efterklang og Slaraffenland manna Dangers of the Sea, sum spælir indierock. Teir hava spælt á eitt nú Roskilde Festivalinum og á Spot, og vóru í november tilnevndir til tríggjar heiðurslønir, sum tónleikaritið Gaffa lat.
Vök
Vök er ein elektronisk trio, sum kemur úr Hafnafirði. Tey vunnu árligu tónleikakappingina, Músíktilraunir í fjør, og hava síðani av álvara ført seg fram á íslendska tónleikapallinum. Vök spælir bleytan elektrotónleik við melodiøsum vokalum.