Fríggjadagin verður forvitnisligt vinnutiltak

- Í ár eru fyritøkur við, sum ikki hava verið partur av tiltakinum áður. Hetta gevur næmingunum enn breiðari innlit í vinnulívið og vísir á fjølbroyttu møguleikarnar í Suðuroynni

Fríggjadagin hin 6. mars verður vinnutiltakið hjá Vágs kommunu - Vinnan á vitjan - aftur hildið í Vágs skúla.

 

- Hetta er fimta árið á rað, at tiltakið verður skipað. Síðan 2022 hevur Vinnan á vitjan hevur verið afturvendandi vinnutiltak í kommununi.

 

Á tiltakinum kunnu næmingar í Suðuroynni fáa høvi at hitta umboð fyri ymiskar fyritøkur og stovnar í oynni og fáa innlit í arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at næmingar eisini fáa høvi at hitta fyritøkur og stovnar.

 

- Í ár eru eisini nakrar fyritøkur við, sum ikki hava verið partur av tiltakinum áður. Hetta gevur næmingunum enn breiðari innlit í vinnulívið og vísir á fjølbroyttu møguleikarnar, sum eru í Suðuroynni.

 

Umframt básar við fyritøkum verða eisini stuttar framløgur, har umboð greiða frá um sítt arbeiðsøki, gerandisdag og útbúgvingarleiðir.

 

- Endamálið er at geva næmingum íblástur og eitt betri grundarlag fyri komandi valum.

 

Tiltakið verður hildið í Vágs skúla fríggjadagin hin 6. mars. Byrjað verður klokkan 10 við framløgum, og básarnir hjá fyritøkunum lata upp klokkan 11.

 

- Vit gleða okkum at bjóða næmingum og vinnulívi til Vinnan á vitjan 2026, siga tey í Vágs kommunu í dag.