35 ára gamli Búi Rouch er útbúgvin dansari og koreografur í München í Týsklandi og hevur drúgvar royndir á stórum pallum uttanlands. Nú er hann aftur í Føroyum og heldur, at palllistini tørvar ábøtur, skal henni vera lív lagað.
– Dansur er skapandi list. Í øllum førum tann modernaði dansurin, sum er merktur av rákum sum urbanismu og nýggjum kynsleiklutum. Tað ber illa til at vera uttanveltaður og ikki lata seg ávirka av dansi og umstøðum annars. Sjálvt tað minimalistiska hevur eina orsøk, sum setur í gongd hugflog og tankar og kropsliga ávirkan sum møði og eufori, sigur Búi Rouch við Sosialin um vikuskiftið.
– Tað er hugtakandi at vera í einum teatralskum rúmi, har sosialu normarnir og tær alment galdandi spælireglurnar eru settar úr gildi eina løtu. Har alt tað, vit vanliga dylja og vilja fjala fyri øðrum menniskjum dagar undan. Allar ósemjurnar, allir spurdómarnir og øll loyndarmálini. Tað er sum at lata eina pandoras eskju upp, sigur hann.
– Mær dámar frírúmini. Eg havi tað ongantíð so gott sum í júst hesum rúmum. Tann kenslan er eitt nú til staðar á festivalum. Ella í einum skapaðum teatralskum rúmi.
Búi Rouch heldur, at palllistin hevur ikki nóg góðar umstøður í Føroyum.
– Vit eiga fleiri góð og dugnalig palllistafólk, sum búgva og virka uttanlands og bara hendingaferð koma heim til Føroya at luttaka í verkætlanum í styttri tíðarskeiðum. Eg kendi sjálvur trongdina á mær at flýggja, tá ið eg flutti heim aftur til Føroyar fyri tveimum árum síðani. Men nú royni eg at verða í teimum keðiligu kenslunum fyri at skilja umstøðurnar til fulnar og geva mítt íkast til at finna loysnir og fremja neyðugar ábøtur, sigur hann og heldur, at vón er fyri ábøtum og framburði á økinum.
Les longri samrøðu við Búa Rouch í Sosialinum um vikuskiftið.