Frítíðarskúlin Smílibýlið fær rúmligari umstøður

Tórshavnar býráð hevur samtykt at leiga eini sethús yvir av Smílibýlinum sum eina fyribils loysn uppá hølistrupulleikarnar hjá frítíðarskúlanum.

Samstundis hevur býráðið funnið eina nýggja staðseting í Djóna í Geil gøtu til frítíðarskúlan.

 

Smílibýlið, sum er frítíðarskúlin til børn í Eysturskúlanum, hevur í nógv ár hildið til í einum vanligum sethúsum í Stoffalág 82. Hesi húsini eru umvæld og innrættað í tann mun, tað letur seg gera, til at hýsa frítíðarskúlanum.

 

Men húsið rúmar í mesta lagi 47 børnum, og umstøðurnar hjá børnunum eins væl og starvsfólkunum hava ikki verið nøktandi.

 

Í 2022 var talið av innskrivaðum børnum í Eysturskúlanum so høgt, at tað bleiv átrokandi neyðugt hjá frítíðarskúlanum at fáa størri høli. Tá varð avrátt at flyta frítíðarskúlabørnini í 1. flokki oman í lonina í skúlagarðinum í Eysturskúlanum, sum eitur Garðalon, og sum er innrættað til tvær skúlastovur til Eysturskúlan.

 

Hetta eru ikki bestu umstøður hjá einum frítíðarskúla, tí hølið er avlangt og trongt og hevur pláss fyri í mesta lagi 36 børnum umframt starvsfólkum.

 

Til komandi skúlaár verður barnatalið í frítíðarskúlanum so høgt, at átrokandi neyðugt er við enn meira plássi í frítíðarskúlanum. Tí hevur býráðið nú sum eina fyribils loysn samtykt at leiga eini onnur sethús í Stoffalág 35, beint yvir av Smílibýlinum.

 

Fyrimunurin við hesi loysn er, at Smílibýlið nú verður samlað í Stoffalág 82 og 35, og samstundis fær Eysturskúlin Garðalon aftur, sum eisini hevur verið eitt greitt ynski hjá skúlaleiðsluni frá byrjan av.

 

Umstøðurnar hjá Smílibýlinum hava leingi verið truplar, og tí hevur býráðið í nøkur ár arbeitt við at funnið eina heilt nýggja staðseting til frítíðarskúlan.

 

Ein avbjóðing hevur verið at finna eina hóskandi staðseting tætt við Eysturskúlan til ein nýggjan frítíðarskúla, sum skal hava pláss fyri trimum árgangum.

 

Men herfyri fekk kommunan møguleikan at útvega sær ognina Djóna í Geil gøta 49, sum er sera væl egnað til endamálið.

 

Og á býráðsfundi 30. apríl varð samtykt, at Tórshavnar kommuna keypir ognina til staðseting av nýggjum frítíðarskúla.

 

Talan er um eitt grundøki uppá tilsamans 2.617 fermetrar, og bygningurin, sum er bygdur í 1977, er 565 fermetrar.

 

Staðsetingin er út til ein blindveg, umleið 200 metrar frá Eysturskúlanum og stutt frá Eysturvølli, Lützenstrøð og spæliplássi. Sostatt eru góðir møguleikar fyri námsfrøðiligum virksemi, og stutt er til fimleikahøll og svimjihøll í Eysturskúlanum.

 

Við at gera nýggjan frítíðarskúla í Djóna í Geil gøtu og at leiga húsini í Stoffalág 35, inntil nýggi frítíðarskúlin er liðugur, verða bøtt munandi um umstøðurnar hjá starvsfólkum og børnum í frítíðarskúlanum hjá Eysturskúlanum.