Jóhan verður byggifrøðingur hjá Sjóvar kommunu

- At kommunan veksur so skjótt, merkir eisini størri arbeiðstrýst á fyrisitingina

- Kommunan veksur við fúkandi ferð. Seinastu átta árini eru vit vorðin 300 fólk fleiri, og í dag búgva 1.318 fólk í kommununi.

 

Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu í dag.

 

- At kommunan veksur so skjótt, merkir eisini størri arbeiðstrýst á fyrisitingina, og tí hevur kommunustýrið gjørt av at seta ein byggifrøðing á teknisku deild.

 

Jóhan H. Funn, sum er settur í starvið, er 38 ára gamal. Hann er útbúgvin byggifrøðingur á VIA Universiteti í Aarhus.

 

Hann hevur arbeitt við nógvum verkætlanum, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Jóhan byrjar í starvinum hin 1. august.

 

- Vit gleða okkum at bjóða honum vælkomnum í fyrsitingartoymið, siga tey í Sjóvar kommunu í dag.