Niðurlendskur flogtænari kann hava hantavirus

Illgruni er um, at kvinnan, sum er innløgd á sjúkrahús í Amsterdam, kann vera fongd við hantavirus

Ein niðurledsk kvinna, sum er flogtænari og hevur verið í samband við eina kvinnu, sum seinni doyði av hantavirus, er innløgd á sjúkrahús.

 

Illgruni er um, at kvinnan kann vera fongd við hantavirus, tí sjúkueyðkennini benda á, at hon kann vera smittað.

 

Hetta upplýsa niðurlendsku heilsumyndugleikarnir í dag, og tað er í Amsterdam, at kvinnan er innløgd.

 

Sum flogtænari hevur hon verið í samband við kvinnuna, sum seinni doyði av hantavirus í Johannesburg í Suðurafrika herfyri.