Magnus Gunnarsson
Frits Valdemar Jensen var dani, føddur tann 1. mars 1917. Ein orsøk til at hann kom hendanvegin man vera, at hann giftist við føroyskari konu, Ellu, av Tvøroyri. Tey fluttu til Føroya úr Esbjerg í 1948, har hann sum útlærdur bilsmiður byrjar at arbeiða hjá Sigird av Reyni.
Frits var dugnaligur, nærlagdur og óførur til at rætta buglur út, og bleiv tí nevndur Buglu-Jensen. Tað var ikki ein og hvør ið dugdi slíkt handverk tá í tíðini.
Fyrst í fimtiárunum fer Sigird av Reyni at arbeiða sum el-installatørur burturav. Tá avgera teir, at Frits leigar bilverkstaðin í Rættará, hóast Sigird framvegis hevði Morrisumboðið. Í 1953 lýsir FRITS JENSEN AUTOVÆRKSTED við »reperation af alle vognmærker, opretning, sproytelakering og reservedele«. Hann var í Rættará til 1958, tá hann flytur niðan í Gundadal, har oljufelagið Esso hevði bygt eina servicestøð við íbúð, og teir bjóðaðu Frits at yvirtaka hana. Hann hevði tríggjar lærlingar við niðan úr Rættará, teir vóru André Dalfoss, Poul Erik Thorsvig og Naddoddur Jacobsen, sum var hjá Frits í 29 ár, frá 1955 til 1984. Umframt Naddodd, hava fleiri arbeitt nógv ár hjá Frits, eitt nú Jón Guttesen, Louis Christensen, Carl Olsen, Ady Hovgaard og onnur.
Esmar Fuglø
stjóri á Esso
Tá seinna kríggið var av, stovnaði Esmar Fuglø í 1945 sína egnu oljusølu »Føroysk Oljusøla«. Hetta hevur verið viðvirkandi til, at A/S Dansk Esso vendi sær til hansara, so teir kundu fáa oljutangar og good-will fra honum. Valdemar Lützen hevði umboðið fyri »Dat Danske Petroleums Aktieselskab« og Standard Oil (Esso). Teir lótu umboðið frá sær, og tann 1. apríl 1949 gjørdist Esmar stjóri á »A/S Dansk Esso« og sat til 1.februar 1971.
Í hesum tíðarskeiði broyttist alt samfelagið í stóran mun. Fiskiflotin var nútímansgjørdur, vegakervið útbygt, biltalið vaks og el-útbyggingin framd í tílíkan mun, at nærum hvørt hús kundi hava oljufýr o. s. fr. Hetta setti stór krøv til oljuhandilin og útflýggjan av olju til plássini, húsini og skipini.
Tað at biltalið vaks so nógv gjørdi, at nú var ikki nóg mikið við bensinpumpum sum var vanligt tá, nú skuldi tænastan verða betri, og servicestøðir skuldu byggjast. Tann fyrsta í Føroyum var Essostøðin í Gundadali, og í 1959 lýsir Frits Jensen í bløðunum við »Færøernes mest moderne servicestation med de verdenskendte Esso og Atlas produkter«.
Umframt olju og bensin seldu tær fyrstu servicestøðirnar einans útgerð til bilar, so sum tendriproppar, drívreimar, perur, máttur o.a. Í dag er tað minsti parturin av tí tær selja. Fyrsti kundin hjá Essostøðini var Leif Mohr við einum Volvo PV - og fekk hann ókeypis bensin!
Frits gerst Fiat umboðsmaður
Frits fekk umboð fyri Fiat bilar, BSA motorsúkklur, Maicoletta og Vespa scootarar. Fleiri bilhandlarar, ið ikki høvdu verkstað sjálvir, gjørdu avtalur við Frits um servicu av teirra bilum, so sum Gunnar Hansen við Mercedes, DKW og NSU. Alfred Johannesen við Volvo, Bilasølan Norrøna við Simca, Volga og Moskwitch. Eitt skifti eisini Renault saman við Valdemar Lützen.
Sølan av Fiat bilum hevur helst ikki verið so stór tey fyrstu árini, tó koyrdu nakrir hýruvognar og fleiri fyritøkur keyptu Fiat 238 vørubilar. Men fyrst í sjeytiárunum, tá til dømis teir smáu Fiat 127 og 128 komu, tók sølan veruliga dik á seg. Í 1979 sigur sølustjórin hjá Fiat í Danmark, ið var á vitjan í Føroyum, at Frits er ein av teirra bestu bilaumboðum, bæði innan sølu og tænastu samstundis sum hann er ein av teimum, ið hevur verið longst innan Fiat.
Frits var eisini fyrikomandi maður og dugdi væl at selja. Okkurt árið var Fiat mest seldi bilur í Føroyum, og tá Fiat Ritmo kom á marknaðin í 1979, bleiv skipað fyri stórum tiltaki í SMS og Sjónleikarahúsinum við donskum undirhaldarum. Frits vitjaði javnan í Kaffivogninum á eystaru bryggju, og har seldi hann mangan bilin.
Åge Udbø við til Danmarkar
Einaferð Frits skuldi til Danmarkar, leigaði hann ein hýruvogn at koyra seg vestur á flogvøllin. Komnir vestur spyr Frits bilføraran, Åge Udbø, um hann hevur hug at koma við til Danmarkar, men hann vil bera seg undan, tí tað hevði hann ikki fyrireikað seg til - hann var í cowboybuksum og tuflum.
Tað var eingin trupulleiki, hann skuldi bara koma við, restina skuldi Frits taka sær av. Hann fekk alt, hann hevði brúk fyri, klæðir frá innast til uttast, fínan klædning, lummapening, luksus hotell at búgva á o. a.
Tá Åge kom aftur fýra dagar seinni, kundi hann koyra hýrukoyring í Havn sum vanligt - eina góða og spennandi uppliving ríkari.
Vit kunnu leggja afturat, at hýruvognurin hjá Åge var ikki Fiat.
Gunnar Stokholm
Ein av góðu kundunum hjá Frits var danin Gunnar Stokholm, ið hevði stóran klædnahandil við Hoydalsvegin. Í 1958 lýsir hann við, at fólk kunnu fáa kredit, »Tøj til hele familien, køb nu betal senere«, Tað var ikki vanligt at lýsa við avgjaldsskipan tá í tíðini.
Hann var ein sera blíður og galantur maður. Um teir arbeiddu uppá bilin hjá honum eftir vanliga arbeiðstíð, kom hann á verkstaðið við heitum pylsum og bollum, og tá bilurin var liðugur, bjóðaði hann lærlingunum í handilin, har teir fingu skjúrtur, slips og annað teimum tørvaði ókeypis. Hann hevði stórar og fínar bilar. Í 1962 fekk hann ein Ford Galaxie 500 persónbil, »eitt ordans dollargrin«. Bilurin hevði 8 cyl. motor, var 2,20 metrar breiður og yvir 5 metrar langur við einari eginvekt uppá næstan 2 tons.
Ætlanir um útbygging
Í blaðsamrøðu í 1979 verður greitt frá eini ætlan hjá Frits Jensen um útbygging. Har verður sagt, at grundað á ta stóru søluna av Fiat bilum í Føroyum hava umstøðurnar at veita viðskiftafólkunum ta røttu tænastuna ikki verið so góðar, sum tey kundu hugsað sær. Nú kunnu tey tíbetur ugga viðskiftafólkini við, at teir eru farnir undir at byggja nýggj handilshølir á einum øki, sum liggur við síðuna av hjá Guttesen & Staksberg við Hoyvíksvegin.
Fyrireikingarnar eru lidnar og útgrevsturin er eisini við at vera liðugur. Her kemur fyritøkan at fáa eitt sera væl útgjørt bilverkstað, og hetta verður eisini tann størsta høllin í Føroyum av sínum slag, við tað at í kjallarahæddini koma at vera rúm fyri 50 bilum, og gólvvíddin verður 1600 fermetrar.
Hendan ætlan gjørdist ikki veruleiki. Nú stendur bygningurin hjá P/F Leif Mohr á økinum, men hetta sigur nakað um, hvussu stór sølan av Fiat bilum var.
Umframt Fiat seldu teir Seat og onkran Lancia. Fleiri minnast helst teir nógv seldu »grønertrarnar«, ið vóru signalgrønir Fiat 127.
Knút P. Jacobsen yvirtekur støðina
Tá Esmar fuglø fór frá í 1971, tók Jákup Kass við sum stjóri á Esso og sat til 1980. Eftir hann tók Knút P. Jacobsen yvir, hann hevði verið varastjóri í felagnum. Knút sat til 1986, tá hann yvirtók servicestøðina í Gundadali. Tað var um hetta mundið, at norska felagið Statoil yvirtekur Dansk Esso, og vit skulu venja okkum við at siga Statoil ístaðin fyri Esso.
Knút gjørdi stórar um og útbyggingar við at vaksa um sølubúðina og byggja vaskihallir uppí bygningin. Hann hevði eisini umboð fyri Fiat bilarnar.
Ella Jensen, kona Frits, andaðist 17. juni 1985, 73 ára gomul, og Frits Jensen andaðist 19. januar 1990, 72 ára gamal.
Nú eigur P/F Statoil støðina í Gundadali, og Bilfríðkan umboðar Fiat bilarnar.
Keldur:
Gyldendals leksikon
M.Damkier: Da bilen blev alvor
Myndablaðið NÚ nr6/79
Naddoddur Jacobsen
Jón Guttesen
M.Helmsdal: Verjir
fyri Havnarvág
Åge Udbø
Signar Dalfoss
Ludvík Petersen