Fróði Hansen hevur júst latið frá sær eitt føroyskt lag við video, ið hann hevur innspælt saman við Sakaris Emil Joensen, sum hevur framleitt lagið. Fróði Hansen og Sakaris Emil Joensen byrjaðu uppá innspælingina í 2013, men hon bleiv síðani gloymd burtur.
Les eisini:Vitja Fróða Hansen á Faacebook HER
Síðani hevur lagið ligið á einum hardiski, inntil teir báðir í januar í ár valdu at fullføra innspælingina av lagnum. "Tíðin Lekir Øll Sár" er eitt eldri lag hjá Fróða Hansen.
Listamaðurin, Bárður Dal Christiansen hevur gjørt eitt sokallað lyric video til lagið. Sakaris Emil Joensen hevur ljóðblanda og framleitt, meðan Fred Ruddick hevur mastrað.Við á upptøkuni er Guðrið Hansdóttir ið syngur kór.
Fróði Hansen og manning fara í mars mánaði at innspæla nýggja fløgu. Hetta staklagið verður tó ikki við á tí fløguni.