Froskmenn svumu kapp um Nólsoyarfjørð í 1974

11. mai 1974 skipaði Landsfelag Føroyska Froskmanna fyri kappsvimjing um Nólsoyarfjørð. Av tí at líkindini ikki vóru av teimum bestu hendan dagin, vóru bert 6 luttakarar.

Byrjað varð úti í Nólsoy, og svomið varð inn til Molan á Eystaru Bryggju í Havn.

Vinnari av kappingini varð Birgir Enni úr Suðuroyar Froskmannafelag, hann brúkti 1 tíma og 25 min. og 15 sek. um teinin, og var tað nýtt met. Nr. 2 varð Hermann Eysturoy úr TF, nr. 3 varð Jonhard Hansen úr EyF, nr. 4 varð Knud Bjørk úr TF, nr. 5 var Harald Petersen úr EyF, og nr. 6 varð Leif Aalykke úr VF.

Kelda: Myndaárbókin- árið ið fór 1974