Frost søkir eftir elektrikaralærlingi.

Frost søkir eftir elektrikaralærlingi.

 

 

 

Ert tú ágrýtin, hevur áræði, og hevur hug og hegni at arbeiða við handaligum arbeiði, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.

 

 

 

P/F Frost søkir eftir einum dugnaligum og álítandi elektrikaralærlingi at byrja skjótast gjørligt.

 

 

 

P/F Frost er eitt virki, sum tænir bæði fiski- og alivinnuni, byggi- og flutningsvinnuni og tænastuvinnuni. Virksemið hjá P/F Frost fevnir um alt frá smærri umvælingum til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum.

 

 

 

Lærutíðin er 4 ár, men kann styttast, um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið.

 

Skúlagongdin er í Føroyum.

 

  

 

 

 

Førleikakrøv. 

 

Vit vænta at umsøkjarin 

 

  • Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd. 
  • Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn. 
  • Hevur koyrikort til persónbil.
  • Tað er ein fyrimunur um tú hevur SIT.

 

 

 

Vit kunnu bjóða.

 

  • Eitt spennandi arbeiðspláss í menning.
  • Skipaða upplæring.
  • Nógvar og fjølbroyttar uppgávur.
  • Góðar arbeiðsumstøður.

 

 

 

Løn sambært avtalu.

 

 

 

 

 

Vilt tú vita meira, so ert tú vælkomin at spyrja okkum. Umsóknir og spurningar um læruplássi skulu sendast til [email protected]. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á tel. 217811.

 

 

 

 

 

Umsóknarfreist er 01.09.2025.