Frukt poppur á Okkara Voxbotn

Poppbólkurin Momo, hjá Dánjal á Neystabø og dananum Stephan Sieben, verður á Okkara Voxbotn 28. juni 2014. Hetta verður fyrsta konsertin hjá MOMO nakrantíð

Poppbólkurin Momo, hjá Dánjal á Neystabø og dananum Stephan Sieben, verður á Okkara Voxbotn 28. juni 2014. Hetta verður fyrsta konsertin hjá MOMO nakrantíð.

 

Í fjør gav elektroniski poppbólkurin út sangin Coconut Lover, og boðaði frá, at tann tónleikurin, ið teir fóru at geva út so ella so fór at snúgva seg um frukt. Tað er blivið til fleiri stakfløgur við fruktløgum, og teir arbeiða í løtuni við enn meira nýggjum tilfari.

 

Tónleikurin er peppaður, jaligur og allir sangirnir snúgva seg um frukt, so høvið verður uttan iva at ganga bananas, tá teir fara á pallin fyri fyrstu ferð á Okkara Voxbotn.

 

Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotn leygardagin 28. juni 2014. Umframt Momo eru L.O.C., Barbara Moleko, Return, Killer Queen, Swangah, Byrta, Laila av Reyni og Voxbotn Allstars avdúkaði. Eisini fara fleiri aðrir bólkar og einstaklingar á pallin henda dagin.

 


TIl ber at hoyra Momo her:
http://momomusic.bandcamp.com/track/strawberry-dance
http://momomusic.bandcamp.com/track/apple-song
http://momomusic.bandcamp.com/track/coconut-lover